TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við Kára Johansen frá B36, sum hevur verið ein av høvuðsfyrireikarunum av fiskikappingini "Silvurtoskurin", sum gjørdist eitt sera væleydnað tiltak í góðveðrinum í dag, har 20 bátar við 50 fólkum umborð kappaðust i fiskikappingini.
Kári Johansen viðgongur, at hann var rættiliga nervøsur, tá hann vaknaði í morgun, og var eitt sindur stúrin, men aftaná lokna fiskikapping er hann ein fegin fyrireikari.
Kári Johansen fegnast um, at bæði B36-arar, AB-arar, HB-arar og Giza Hoyvík fólk stuðlaðu tiltakinum í dag.
Kári Johansen slær fast, at talan verður um eitt afturvendandi tiltak. Enn hava hann og hinir fyrireikararnir ikki gjørt endaliga upp, men ein góð upphædd er komin inn til ungdómsdeildina hjá B36, sum fer við U12 liðunum niður til Hjørring í Danmark at taka lut í Dana Cup komandi summar.