Silvurið á veg til Klaksvíkar

Hondbóltur: Stjørnan vann 20-18 á StÍF, og silvurið er nú væl á veg til Klaksvíkar

StÍF-Stjørnan 18-20 (8-8)


Emil L. Jacobsen


Tá kvinnuliðini hjá StÍF og Stjørnuni spæla, er tað sum oftast StÍF, sum er omaná. Hetta er ein av hesum »traditiónunum«, sum eru ikki bert í hondbólti, men í ítrótti sum heild. StÍF hevur takið á Stjørnuni og vinnur eisini sum oftast. Men traditiónir eru til fyri at bróta, segði onkur, og tað eydnaðist eisini Stjørnuni at vinna dystin á Skála leygardagin.

Tað byrjaði annars væl hjá StÍF, og tá fýra minuttir vóru farnir, høvdu tær longu lagt seg á odda 5-1. Men so fór Stjørnan at mansverja Sóley Mikkelsen, og hetta hjálpti. Stjørnan kom inn í dystin aftur, og tað var serliga skjóti vongurin Anna Kristina Samson, sum togaði Stjørnuna upp aftur hesa løtuna. Hon skeyt fimm mál í fyrra hálvleiki, sum endaði javnur 8-8.

Seinni hálvleikur byrjaði við, at Stjørnan fór framum fyri fyrstu ferð í dystinum. Klaksvíksliðið var eisini grammari hesa løtuna og vann sær eina leiðslu upp á 13-9. Men StÍF slepti ongantíð, og munurin var ongantíð minni enn trý mál.

Móti endanum minkaði hann aftur, og seinasti minutturin av dystinum bleiv sera spennandi. Frá 16-15 skiftist munurin millum at vera eitt og tvey mál, og tá minni enn tveir minuttir vóru eftir, var støðan 20-18 til Stjørnuna. StÍF hevði einki at missa og tveitti alt fólkið fram á vøllin at verja. Sóley Mikkelsen stóð einsamøll á hálvuni hjá Stjørnuni, hóast StÍF hevði fingið ein spælara útvístan, so Stjørnan í roynd og veru vóru 6 ímóti 4 í álopinum.

Tvær ferðir eydnaðist tað StÍF at fáa bóltin av Stjørnuni. Báðu ferðirnar royndu tær at spæla fram til Sóley, sum stóð hinumegin miðjuna og »bíðaði«, men báðu ferðirnar fekk Sólvá Eystberg fingraspíssarnar á bóltin, so einki mál spurdist burturúr. Hetta bjargaði Stjørnusigrinum, men StÍF kundi tað sama fingið í øllum førum javnleik.