Silvurið spøkir í Sundalagnum

Bæði B71 og EB/Streymur hava alla orsøk at spíla seg út, tá ið tey hittast í finalu heima á Sandi, hagar tað verður skipað fyri bussferð úr Sundalagnum

Fótbóltur

 

Bæði í B71 leguni og í EB/Streyma leguni er hýrurin góður. Báðir partar eru samdir við seg sjálvar um, at talan hevur verið um fínt kappingarár. Hvussu væl tað fer at vignast á støðutalvuni eftir 27 umfør, verður ikki minst treytað av, hvussu tað fer at hilnast í morgin.

- Vit eru ovurfegnir um gull í steypakappingini, og at vit hava tryggjað okkum heiðursmerkir í landskappingini. Um tey skulu vera úr bronsu ella silvuri valdast eitt nú, hvussu tað fer at hilnast á Sandi. Tað hevði verið harmuligt, um úrslitið í Gundadali lagaði seg til okkara fyrimun, og vit ikki gjørdu okkara í síðsta umfarinum, verður staðfest í EB/Streymi.

Stuðlarnir ganga høgt upp í EB/Streym, og at tað framvegis verður hildið, at tað er nógv at spæla um, sæst aftur í, at tað verður skipað fyri bussferð av Eiði og suður um Skopunarfjørð í morgin.

Tað tykist greitt, at Símun Eliasen ikki verður í Sundalagnum næsta ár, og tað ljóðar, at Ronnie Samuelsen fer at gevast. Tískil kann tað vera, at teir báðir fara at siga farvæl í morgin.

Tað er greitt, at Piotr Krakowski, sum er væl kendur á Sandi, har hann eigur nógvar vinir, ikki verður venjari í EB/Streymi næsta ár. Eftir góð avrik hevði tað verið toppurin, um tað hevði eydnast honum og hjálarvenjaranum Sámal-Erik Hentze at runda av við silvurkrónunum í landskappingini.

Málið hjá sandoyingum var eftir uppflytingina í fjør at sleppa undan niðurflyting. Tað málið hevur B71 væl og virðiliga megnað. B71 er á 7. plássi, og um alt rekur við í morgin, so ber til at røkka 5. plássinum. Tað plássið hevur týdning á tann hátt, at tað ber ein eyka heimadyst við sær.

Eli Hentze, sum eisini næsta ár fer at stýra B71, fer í morgin at spæla fyri síðstu ferð á besta liðnum.

Fleiri av ungu B71 spælarunum hava í ár rættuliga bitið seg fastar á Formula liðnum, og tað hevur sæst aftur í landsliðsboðum. Allir hesir fara eisini at spæla við B71 í 2008, og tað fara útlendsku spælararnir við Clayton Soares á odda eisini at gera.