Bergur Midjord hjá B36 var alt annað enn nøgdur, tá hann eftir dystin hevði verið í vestara skýlinum eftir silvurmerkjunum. Heldur ikki hóast tey flestu mundu halda, at dysturin hjá B36 var at kalla av, tá 20 minuttir vóru farnir.
- Tú skuldi kanska trúð, at vit tá vóru lidnir, men tað haldi eg kortini ikki, at vit vóru. Vit fáa eitt mál til 2-1, og so haldi eg, at vit seta stórt trýst á teir undan steðginum.
Eftir steðgin koma tit ongan tíð líka langt niðan at trýsta, sum tit gjørdu tað seinastu løtuna undan steðginum?
- Nei, og eg veit ikki hví. Avtalan var, at vit skuldu halda trýstið, og kanska eisini koma longur niðan, men tað riggaði ikki heilt. Teir standa eisini væl á vøllinum, og tí hava vit trupult við veruliga at koma til nakrar møguleikar.
Og tá dagurin so gjørdist, sum hann gjørdist. Er tað so í lagi at standa við silvurmerkjunum, tá avtornar?
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi, at vit spæla ein fínan dyst, og vit skapa eisini tað, sum skal til. Um nakað, so haldi eg, at vit vóru betra liðið á vøllinum, og so er tað ikki í lagi at standa við silvurmerkjum, segði Bergur Midjord.