Hondbóltur ? kvinnur
Undan dystinum millum liðini varð sagt, at hesin seinasti dysturin í grundspælinum ? tá sæð verður burtur frá útsettu uppgerðini millum Sóljuna og StÍF ? var dysturin um triðja plássið.
Stigatalvan talaði eisini sítt sjónliga mál fyri, at so var, men eftir dystin stendur greitt, at í løtuni er eingin sum helst ivi um, hvat av liðunum endar ovarligari á talvuni, tá kappingin er av.
Brendu alt ov nógv
Frá fyrsta bríksli stóð nevnliga púrasta greitt, at Neistin so greitt var við yvirlutan hendan dagin. Liðið skjýtur kanska ikki so nógv mál, men verjuparturin vigar so væl og virðiliga upp ímóti hesum, og leygardagin viðførdi hesin, at VB bert fekk tvey mál fyrstu 20 minuttirnar.
Tað skal eisini leggjast afturat, at hóast Neistin ikki fekk so øgiliga nógv mál hesa somu løtuna, so var álopsspælið helst hitt mest sannførandi, sum liðið hevur víst higartil í ár. Tær megnaðu í nógv størri mun enn vanligt at seta ferð. Leggja trýst á mótstøðuverjuna, soleiðis at møguleiki var at spæla seg ígjøgnum, og aloftast eydnaðist hetta eisini, men misnýtslan av møguleikunum var alt ov stór til, at tær veruliga kundu draga frá. Vórðu møguleikarnir betri nýttir, er einki at ivast í, at talan kundi gjørst um veruligt sorl, men Timea Vargo í VB-málinum megnaði so at forða fyri hesum.
Mundi verið spennandi
Ístaðin hevði VB framvegis møguleikan í seinna hálvleiki, og eitt skifti sá eisini út til, at tær ætlaðu sær at gera dælt av hesum.
Neistin byrjaði annars seinna hálvleik betri, og kom eisini seks mál framum, men brádliga fór VB at toga í. Verjuspælið hekk eitt sindur betri saman, og í álopsspælinum tók nú at bragda.
Regina Radó var á veinginum, og fleiri ferðir á rað nýtti hon yvirgongd til at koma í skotstøðu, og sleppur hon tað, er mest sum víst, at bólturin verður kleindur upp í málhornini.
Tær á heimaliðnum tóktust alt annað enn álvuligar við støðuna, og spenningurin bara vaks, so hvørt sum VB át seg nærri. Tá Neistin so eisini fekk eina útvísing við støðuni 18-15, sá alt annað enn gott út hjá teimum, men júst um hetta mundi rapaði korthúsið hjá VB.
Regina Radó misnýtti brotskasti, og tá Neistin so beint eftir skoraði, var ikki meira eftir hjá gestunum. Tær megnaðu at svara einaferð, men tað var greitt, at har var ikki meira eftr, og so kundi Neistin staðfesta sigurin við fimm málum á rað.
Líta at silvurinum
Sum sagt, so bar dysturin boð um, at Neistin í løtuni er eitt nógv betri boð til heiðursmerkini enn VB. Serstakliga boðaði spælið í fyrra hálvleiki frá góðum, og spurningurin tykist í løtuni heldur at vera, um høvuðsstaðarfelagið kann vinna seg fram á Stjørnuna í silvurstríðnum. Ikki minst tí Stjørnan í løtuni er í kreppulíknandi støðu, og millum annað tapti dystin móti VB.
Hjá VB skal hampuliga nógv henda, um tær skulu gera álvara av sínum hóttanum um at taka heiðursmerki.
Sjálvsagt er tað ein smeitur, at Gabriella Fekete enn ikki er 100% eftir skaðan, sum hon fekk móti Kyndli, men hennara styrki er fyrst og fremst í kontraspælinum.
Skal hetta fáast at virka, er neyðugt við sterkari verju, og júst hetta er størsti trupulleikin hjá liðnum í løtuni. Timea Vargo kann ikki einsamøll standa ímóti, tá verjan er sum ein opnahjallur, og fyrst og fremst er tað hetta, sum skal fáast í rættlag, um vónirnar skulu vera til meira enn eitt fjórða pláss.
Dysturin í tølum
Neiustin-VB 24-16 (10-7):
Málskjúttar:
Neistin: Gunnleyg Berg 7, Katrin á Neystabø 6(5), Mildrid JAcobsen 5, Birita Wardum 3, Súna Mørk 1, Rakul Augustinussen 1, Annika Thomsen 1
VB: Regina Radó 9(1), Gurið Mortensen 2, Jensia Petersen 2, Sólrun Krosslá 1, Margreth Augustinussen 1, Durita Rouch 1
Brotskøst: Neistin 5, VB 2
Útvísingar: Neistin 3, VB 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Komu væl frá eini lættari uppgávu.