TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við formannin hjá NSÍ, Dánial Hansen í formansrunduni aftaná seinasta leikumfar.
Tá endaði væl hjá NSÍ við sigri á KÍ, og tað gav NSÍ silvurkrónurnar og 55 stig, og tað var betri enn í landskappingini í fjør, og tað fegnast Dánial Hansen um. Silvur í 1. deild og í U21-deildini umframt góð úrslit í yngru deildunum boðar frá einari bjartari framtíð hjá NSÍ.
Forvæntningstrýstið var stórt á NSÍ áðrenn kappingarbyrjan, men tá HB hevði eitt so sjáldsama gott kappingarár so er tað góðtikið at enda við silvurkrónunum.
NSÍ hevur ikki bundið seg nakra dagfesting um nær tey kunngera nýggjan høvuðsvenjara, sigur Dánial Hansen.