Silvurdysturin er harður

Talan verður at kalla um lagnudyst, tá SÍ sunnudagin vitjar hjá TB í Trongisvági. Efitr at tær stóran part av árinum hava verið hampuliga trygt á øðrum plássinum í landskappingini, eru sørvágskvinnurnar seinastu vikurnar dotnar niður á fjórða plássið. Talan er tó enn um knallharðan dyst móti TB og ÍF um silvurið, og í hesum er dysturin í Trongisvági sera týdningarmikil.

Hóast tað enn er nakað eftir á mál í kappingini, so kann taparin av hesi uppgerðini væl vera mest sum úti úr silvurstríðnum, og tað er ein lutur, sum hvørgin parturin vil lata sær lynda.
Í botninum verður talan eisini um rættiliga avgerandi dyst, tá KÍF tekur móti Mjølni. Mjølnir tóktist annars at hava vissað sær sessin omanfyri strikuna, tá tær vunnu heimadystin móti KÍF. Men tá KÍF fyri stuttum basti SÍ, góvu tær eisini sær sjálvum eina lívlínu.
Í sjálvum sær er aftasti sessurin tó ikki nøkur vanlukka hjá hvørgum av pørtunum. Talan er ikki um beinleiðis niðurflyting, men um dyst móti sterkasta liðnum í 1. deild. Og tí er talan um ein næsta kjans at kalla.
Hjá monnum verður bara ein dystur spældur um vikuskiftið. Hesir verður á Eiði, har Mjølnir kemur á vitjan hjá Nøvuni.