Fótbóltur
Í fjør var talan um gullbrak, tá B36 vitjaði við Løkin. Í so máta verður talan neyvan um nakra endurtøku, nú munurin upp til oddin er somikið stórur. Men ein dystur um silvurið er heldur ikki at forkastað, og tað er alt, sum bendir á, at so verður.
Trýstið er serliga á NSÍ í so máta, og har eru allir mans tøkir til uppgávuna. Einasta ivamáli er Einar Hansen, sum spakuliga er við at koma fyri seg, eftir at hann varð skaddur fyri nøkrum vikum síðani.
Hinvegin er verri statt hjá B36. Eins og hjá Víkingi, so bíða tey í B36 eftir, hvørja støðu Aganevndin í dag fráboðar um eitt møguligt leikbann til Herbert í Lon Jacobsen. Hartil er Jákup á Borg leikbannaður, eftir at hann móti KÍ fekk sítt fimta gula kort í ár, og á skaðalistanum eru Bergur Midjord og Ingi Højsted, og roknað verður ikki við, at nakar teirra er tøkur sunnudagin.
Tí bendir alt á ein dyst, har B36 verður varið í útgangsstøðinum, meðan tað verður uppgávan hjá NSÍ at skapa dystin.










