Silvurdystur í Trongisvági

Tað líkist einum stríðið um silvurplássið, tá TB leygardagin tekur ímóti ÍF í meistaradeildini hjá kvinnum.

Bæði liðini hava seinastu vikurnar strítt seg upp móti SÍ, og spurningurin er nú, hvør teirra skal fáa kanska avgerandi fyrimunin í hesum stríðnum. Samstundis er talan um eitt slag av generalprøva til steypafinaluna millum júst hesi bæði liðini.
Samstundis skal SÍ í Klaksvík prógva, at úrslitið mikukvøldið bara var ein kiksari. Í øllum førum hava tær illa ráð at kiksa enn einaferð, nú tær aðru ferð upp í slag skulu royna seg á útivølli móti einum av botnliðunum.
Hjá monnunum verður talan bara um tann eina dystin. Hesin verður í Klaksvík, har SÍ kemur á vitjan. Talan er somuleiðis her um ein dyst, sum kann fáa sera stóran týdning fyri stríðið um silvurmerkini. Og kanska enntá fyri gullstríðið eisini. Í øllum førum má taparin av dystinum roknast sum liðugur partur í tí stríðnum.