Mansflogbóltur
Tveir dystir hjá monnunum um vikuskiftið, og verða teir báðir leiktir í Havn.
Mest spennandi tykist dysturin millum Fram og Mjølnir at vera, tá hetta eru liðini, sum eru ávíkavist nummar tvey og trý á stigatalvuni,. Mett eftir avrikunum farna vikuskifti er tó einki at ivast í, at Fram er greiður favorittur. Á Kambsdali var tað um reppið, at teir koppaðu ÍF, og tá Mjølnir mikukvøldið púrasta óvæntað mátti lúta fyri SÍ á heimavølli er spurningurin kanska, hvussu hesi avrikini kunnu ávírka sjálvsálitið hjá leikarunum.
Hin dysturin er millum Fleyr og SÍ, og hetta líkist í nógvar mátar einum avgreiðsluspurningi fyri SÍ. Enn hevur Fleyr so ikki tikið nakað sett í nøkrum dysti, og nú sørvingar veruliga hava tikið dik á seg, tykist tað ikki, sum um tað skal verða her, at Fleyr fær fyrsta settið.