Silvurdrongurin letur aftur frætta frá sær

Fyri tveimum vikum síðan gav nýggja føroyska hipphopp verkætlanin "Silvurdrongur" út fyrsta staklagið, og nú er eitt lag komið afturat.

Høvuðspersónarnir í framleiðsluni eru Per I. Højgaard Petersen, Trygvi Danielsen og Karl Andrias Stórá. Sakaris Emil Joensen hevur verið við í upptøkunum, og Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað.

Nýggi sangurin hjá Silvurdronginum kallast Salt. Trýst á pílin í myndini fyri at síggja videolagið.