Silvurdrongur við tveimum nýggjum løgum

Silvurdrongur er afturkomin

   
 
 

 

Í dag útgevur Silvurdrongur tvey stakløg frá komandi heildarútgávuni, “nú æt eg eftir ánni”, sum verður útgivin í summar. Tvey tey fyrstu løgini eita Sóljudrongur og Miðjørðdrongur, og tey umboða væl rásarúmið, ið verður at finna á útgávuni. 

 

Tað er Eyðfinn B. Lamhauge, sum vit kenna frá AGGRASOPPUM, ið hevur framleitt plátuna í samstarvi við Trygva Danielsen. Fleiri stakløg kunnu væntast næstu mánaðirnar, áðrenn heildarútgávan verður til sølu í Tutl í juli. 

 

Sóljudrongur

Eitt fleirdimensionelt lag, sum byrjar við látinum hjá útdeyða Kauaʻi fuglaslagnum og stigvíst umskapar seg við ymiskum ljóðmyndum, ið ferðast úr ró til ágrýtni til sorgblídni og aftur til illsinni.

 

   
Miðjørðdrongur
Ein heiðran til Niels Midjord, sála, við fleiri samplingum úr tónleiki hjá fuglfirðinginum. Tað er eitt andaligt lag um hydrogenatomir og bønarsang, sum ferðast við títtum rytmum og eksploderar í eitt spirituelt crescendo.
 

 

 

 

   
Heildarútgávan "nú æt eg eftir ánni" verður útgivin umvegis plátufelagið Tutl