TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Rás2 hevði við varaborgarstjóran í Runavíkar kommunu, Terja B. Vestergaard, sum hevur havt eitt ógloymandi vikuskiftið.
Ígjár hildu hann og konan, Birna silvurbrúðleypsveitslu, og í dag vann liðið, sum Terje B. Vestergaard stuðlar fult og heilt, NSÍ steypagull.
Terje B. Vestergaard sigur seg verða eyðmjúkan og samstundis takksaman fyri tað, sum hann slapp at uppliva hetta vikuskiftið.
Sum varaborgarstjóri fegnast hann eisini um gongdina hjá bæði NSÍ og Skála, sum er bæði fótbóltsliðini í Runavíkar kommunu.