Marita og Leif eru bæði úr Havn, uppvaksin í sama grannalag við Hoyvíksvegin. Leif í Stoffalág og Marita, har sum Láarvegur í dag er. Tað vóru bert nøkur fá hús við Hoyvíksvegur tá tey vóru ung, hetta var áðrenn býlingurin á Kommansmýru varð bygdir. Har vóru traðir við íðandi djóralívi, har vóru neyt og seyðir, onkur hevði ross, har vóru hønur, dunnur og gæs, og so allir heiðafuglurin, tjøldur í hundrada-talið. Og so var eisini Hoyvíkstjørn, har børn um summarið silgdu við bátum og flakum, um veturin, tá ið ísurin helt, varð skreitt á skoytum. Í hesum fría umhvørvi vuksu Marita og Leif upp, og tað er einki at ivast í, at alskurin og kærleikin til náttúruna gjørdu, at tey bæði gjørdist skótar í skótaliðum Sigmunds Brestissonar og Tóru Sigmundardóttir, og seinni eisini skótaleiðarar.
Tá ið Marita hevði tikið realprógv í 1976, fór hon at arbeiða á posthúsinum í Havn, og var hon á posthúsinum til hon fekk starvið sum kassameistari á Toll- og Skattstovu Føroyar, sum varð sett á stovn seinast i áttatiárunum, og arbeiðir Marita har enn.
Tá ið Leif var liðugur at ganga í skúla, fór hann út at sigla. Hann fór fyrst við skúlaskipinum "Danmark" og sigldi síðani sum stýrimansaspirantur hjá A. P. Møller. Tá ið hann hevði fingið siglingstíð, fór hann upp á skúla og tók skipsføraraprógv á Føroya Sjómansskúla í 1977. Hann sigldi síðani eina tíð sum stýrimaður og yvirstýrimaður hjá A. P. Møller. Nú eru nøkur ár síðani Leif legðist uppi og starvast hann sum sýnsmaður hjá Tryggingafelagnum Føroyar.
Marita og Leif eiga tríggjar synir. Heini, sum er elstur, er giftur við Ann Mari av Reyni og eiga tey dóttrina Ester, og Rana og Johan. Synirnir eru allir hondbóltsspælarar í "Kyndil" og var Leif eina tíð formaður í ítróttarfelagnum "Kyndil". Leif er virkin í fakfelagnum hjá starvsfólkunum á tryggingini og er hann eisini valdur í nevndina, sum saman við landsstýrinum skal einskilja Føroya Lívstrygging.
Silvurbrúðleypsveitslan verður hildin fyri innbodnum leygarkvøldið.
mr