Tá tey komu heim aftur hósdagin 26. mai, vórðu tey yvirraskaði av familju og kenningum, sum m.a. høvdu gjørt eitt heiðursportur við heimið hjá teimum í Børkugøtu.
Marita er úr Havn, hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Egin er ættaður úr Sandavági, og hann hevur mong ár arbeitt sum EDV-programørur. Hann hevur eisini sitið á løgtingi fyri Miðflokkin.
Saman hava Marita og Egin skipað fyri sendingini Alfa & Omega á Lindini, síðan radiostøðin byrjaði fyri nøkrum árum síðan.
Marita og Egin eiga fýra børn: Jóannes, Brynhild, Hallur og Durita.