Silvurbrúðarparið Haraldsen, Miðvágur.

Týsdagin 16. september 2003 kunnu hjúnini Nicolina og Jóhannes Haraldsen, Miðvágur, halda silvurbrúdleyp.

Nicolina er dóttir Leu f. Jacobsen av Slættanesi og Andrias Johannesen úr Miðvági.
Nicolina hevur útbúgving innan fiskivinnutøkni frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og arbeiðir sum eftirlitsfólk á Føroya Fiskavirking í Miðvági.
Johannes er sonur til Thorborg f. Johannesen og Niels Juul Haraldsen bæði úr Miðvági.
Niels Juul var ein teirra, ið gekk burtur við "Sjeystørnuni" 9. februar 1973 millum Føroyar og Ísland.
Johannes lærdi til elektrikara hjá Hjalgrím Davidsen í Havn og hevur seinnu árini silgt sum maskinmeistari við "Polar Princess".
Johannes og Nicolina eiga 3 børn. Nomi 28 ár, Leila 24 ár og Thomas Jul 17 ár.
Silvurbrúðarparinum verður ynskt hjartaliga tillukku á degnum.