Bárður Bendix Mikkelsen er 30-ára gamal og hevur heili 74 landsdystir fyri Føroyar í skjáttuni, umframt at hann hevur spælt heili 352 divisiónsdystir. Hetta eru tøl, ið ikki eru til at snúgva seg rundanum. Og man tað óivað vera av somu orsøk, at Middelfart VK á Fjóni fekk sær fatur á føroyinginum, ið við sínum 188 cm er ein dyggur stuðul hjá teimum.
Bárður spælur sum hevari, men kann eins væl nýtast allastaðni á vøllinum. Slík eru evnini hjá vælspælandi føroyinginum. Bárður hevur eisini prøva at spælt flogbóltsfinalu í Noregi, tá hann spældi saman við Rúna Weihe í BK Tromsø.
Finaludagur
Sunnudagin var finaludagur, og Middlefart VK skuldi møta Marienlyst í donsku steypafinaluni. Úrslitið gjørdist 3-0 til Marienlyst, ið tó fekk dygga mótstøðu í øllum trimum settunum. Men onkursvegna koppaðu settini yvir til Marienlyst móti endanum, og so var greitt at teir kunnu kalla seg steypavinnarar í Danmark. Bárður hevði ein skaða at dragast við í vinstra fótliði, so hansara luttøka var minimal.
Hvør veit, um ikki Middelfart høvdu staðið seg enn betur, um Bárður var 100 % klárur. Sett úrslitini í tøttu finaluni sunnudagin vóru: 25-22, 25-21, 25-21.