Dagurin byrjaði væl. Fyrr í dag spældi føroyska U-19 manslandsliðið í flogbólti bronsudyst ímóti Ìslandi í NEVZA-kappingini, sum føroyska liðið vann 3-1. Settmunurin var 25-15, 19-25, 25-22 og 25-16.
Hoyr samrøðu við Bjarna Larsen, U19 landsliðsspælara á hesari leinkjuni: www.youtube.com/watch
Donsku kvinnurnar gjørdust ov sterkar hjá okkara ungu flogbóltskvinnum. Danmark vann finaludystin í NEVZA kappingini við 3-0. Settmunurin var 25-18, 25-16 og 25-22.
Hoyr samrøðu við Magnus Aðalsteinsson, venjara hjá føroysku U19 kvinnunum á hesari leinkjuni: www.youtube.com/watch
Hoyr samrøðu við Magnus Tausen, formann í Flogbóltssambandinum um frálíku avrikini hjá teimum føroysku U19 landsliðunum í NEVZA-kappingunum á hesari leinkjuni: www.youtube.com/watch