Her er alt, sum tú skal vita um flogbóltslandsliðið, sum er í EM/HM undankapping í høllini á Hálsi. Her verður beinleiðis frásøgn.
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum í EM/HM undankappingini í flogbólti fyri kvinnur.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Stroyming
Kringvarpið stroymar landsdystin móti Kýpros
Stroyming: Trýst HER ella pílin á myndini
Kappingin um løgmanssteypið
Fyrra hálvfinalan steypakappingini í fótbólti millum Skála og Víking er í kvøld. In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Beinleiðis Skála-Víkingur trýst HER
Beinleiðis frásøgn:
Føroyar - Kýpros 1-3
(21-25, 14-25, 25-19, 13-25)
Liðugt:
Føroyska liðið 3-1 Kýpros, sum var eitt vet betri enn okkara allan dystin. Bara í 3. setti kláraði føroyska liðið at spæla upp til sítt besta. Tá vunnu tær eisini greitt. Tíverri kláraðu okkara spælarar ikki at spæla eina væl í hinum settunum, meðan Kýpros gjørdi sítt. Tær funnu hol í blokkinum hjá okkum og gjørdu væl færri mistøk.
Føroyska liðið prógvaði í 3.setti, at tær kunnu spæla fult upp við Kýpros - og meir enn tað.
4. sett:
2-5: Vánalig byrjan upp á fjórða settið, men vónandi kann eitt time-out venda gongdini. Føroyar skal vinna hetta settið fyri at útloysa avgerandi settið.
5-12: Føroyar hava ikki meiri at geva av í løtuni. Kýpros er omaná og okkara klára illa at venda gongdini í løtuni.
6-16: Føroyar fáa eitt reytt kort, tí ein útskifting tekur ov langa tíð. Tað merkir, at Kýpros fær eitt stig. Nú skal vija væl, um Føroyar skulu vinna hetta settið.
13-25: Kýpros er betri alt fjorða sett og vinnur trygt.
3. sett:
8-5: Føroyar spæla nú sum tað liðið við kenna tær sum. Eru sannførandi og byrja at fiska bóltar upp og smasjuni sita. Ger tó enn servivillur.
13-6: Føroyska liðið er ikki at kenna aftur. Stríðast um hvønn bólt og sjálvsáltið er aftur.
15-12: Kýpros er aftur í settinum, eftir fleiri góðar bóltar. Luftin fór eitt sindur úr føroyska liðnum akkurát nú.
20-17: Føroyska liðið heldur stand við góðum spælið í løtuni.
25-19: So vunnu okkara settið. Lív er í fjøldini aftur og spælararnir tveita seg eftir hvørjum bólti. Tað manglaði í tveimum teimum fyrstu settunum.
2. sett:
7-8: Føroyska liðið er betri við frá byrjan nú. Kýpros sleppa inn at smasja uttan mótstøðu, men eru enn fótin frammanfyri.
12-20: Kýpros kemur lætt til stigini og hevur vunnið seg framum. Okkara spæla ikki væl í løtuni, men Kýpros hevur góðar móttøkur.
14-25: Kýpros vinnur lætt, tí føroyska liðið ger alt ov nógvar feilir. Kýpros takkar fyri og vinnur greitt.
1. sett:
9-9: Kýpros kemur betri frá byrjan, men føroyska liðið arbeiður seg upp á javnt.
11-16: Kýpros hevur aftur vunnið sær munin, meðan føroyska liðið hevur ilt við at fóta sær eina løtu.
21-25: Føroyska liðið fær ikki fatur á teimum avgerandi bóltunum, meðan Kýpros tykist hava betru eydnu til tað saman. Tað er minni munurin á liðnum, men tíverri hevur Kýpros munin í løtuni.
Føroyski hópurin:
1. Femja Fróðadóttir Mortensen
2. Birgit Guttesen
3. Anna Sára Leifsdóttir Skaalum
4. Urd Tormóðardóttir Traðará
5. Súsanna Ludvig
6. Sóley Poulsen
7. Guðrun Simona L. Joensen
8. Eina Stephania Kalsø
9. Anja Sonnadóttir Danielsen
10. Ruth Albinsdóttir
11. Elisabeth Purkhús
12. Sofía Purkhús
13. Hanna Andriasdóttir Olsen
14. Eyð Guðrunsdóttir Mortensen










