Upptakt
Tað stendur einki til við fótbóltslagnum í Fuglafirði fyri tíðina. Tapið fyri B68 seinast bar við sær, at tað nú bert eru trý stig niður til botnsessin, og við innanhýsis roknskapinum móti B68 í huga er nú av álvara farið at stramma í hjá ÍF.
Tí er einki at ivast í, at fuglfirðingar fara eftir í øllum førum øðrum stiginum, tá B36 vitjar.
- Um vit tapa, so fáa vit so ikki gjørt nakað sjálvir, uttan at vóna tað besta. Fáa vit hinvegin javnleik, so kunnu vit framvegis bjarga okkum uttan hjálp frá øðrum, so tað er tað, sum vit fara eftir, sigur Hanus Eliasen, sum í ár hevur gjørt nógv um seg hjá ÍF.
Og í øllum førum, so fáa fuglfirðingarnir sent sterkastu manningina á vøllin. Viggo Johannesen var leikbannaður seinast, men hann er tøkur aftur hesaferð.
Silvurið
Hjá B36 er tað silvurið, sum nú stendur upp á spæl, og hetta ætla teir ikki skal gleppa teimum av hondum.
- Tá tað nú ikki gekk við gullinum, so mugu vit fara eftir tí næstbesta, og tað krevur so fýra stig afturat, sigur John Petersen, sum hesa ferð spælir sín næst seinasta dyst við B36, áðrenn kósin verður sett móti Danmark.
John er annars hálvur fuglfirðingur sjálvur, men tað tykist tó ikki, sum leggur hann ov nógv í hetta, nú hann kann vera við til at geva ÍF eitt stórt skump skeiva vegin.
- Tað kanst tú ikki hugsa um, tá farið verður á vøllin. Vit spæla fyri at vinna, og tað gera teir helst eisini, heldur hann.
B36 tykist annars vera væl fyri við fólki til dystin. Bárður Mortansson er farin til Onglands í útbúgvingarørindum, men í aðrar mátar eru allir mans tøkir. Eisini Allan Mørkøre og Alex dos Santos, sum vóru leikbannaðir seinast.