Silvur og bronsa til Føroyar

OYL 15: Í 200 metrar hjá monnum, vunnu føroyingar júst nú silvur og bronsu

Pál Joensen og Alvi Hjelm hava júst nú svomið 200 metrar hjá monnum.

 

Og teir fingu báðir tveir medalju. Pál Joensen endaði á øðrum plássið við tíðini 2:02:88, meðan Alvi Hjelm endaði á triðja plássið við tíðini 2:05:29.

 

Fremstur var Shayne Fraser frá Cayman Oyggjunum, sum júst sum Pál Joensen er olympiskur svimjari.