Nú er greitt, at umframt at Karina Ottosen vann silvur í einstaklingakappingini í triathlon, so hava Karina Ottosen og Annelisa J. Møss, sum gjørdist nummar 14 av 24 í einstakligakappingini, eisini vunnið silvur í liðkappingini í triathlon.
Jersey, sum átti bæði gull- og bronsuvinnaran í einstaklingakappingini, vann gull í liðkappingini, meðan Guernsey tryggjaði sær bronsuheiðursmerkini.










