Silvur er á skránni hjá B36

Suðringar eru – í arbeiðsklæðum - á veg í Gundadal

Um vit sjálvir skulu avgera, at vit eisini næsta ár skulu spæla í fremstu røð, so skulu vit helst vinna í hvussu so er eitt stig í Gundadali ímóti B36.

Tað sigur álopsspælarin hjá Suðringum Jón Krosslá Poulsen. Hann roknar avgjørt við, at hann og liðfelagarnir fara at vísa sama hugburð, sum teir vístu leygardagin, tá ið tað endaði málleyst á heimavølli ímóti NSÍ.

-Vit runnu nógv, og hugburðurin var góður. Tað eydnaðist at verja væl, men vit mugu ásanna, at vit myndaðu ikki so nógv í framrættaða partinum. Um vit aftur í kvøld megna at vinna eitt stig, so verða vit væl nøgdir.

 

B36 er á bronsuplássi, og tað er møguleiki fyri, at B36 seinni í kvøld verður næstfremst. Soleiðis verður tað, um KÍ ikki megnar fulla úrtøku í Sarpugerði, og um B36 vinnur ímóti Suðringum.

-Vit vístu sera gott avrik í Fuglafirði, og vit ætla okkum at gera okkara at røkka longri fram. FM heitið hugsa vit ikki um, tí Víkingur er so langt frammanfyri, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

 

Í fimta umfari noyddist B36 úr Trongisvági við 3-2 tapi eftir at hava verið frammanfyri 2-0. 12. august vann B36 1-0 í Trongisvági.