Seinnapartin endar kappingin í Eikliguni hjá kvinnunum, og tað einasta, ið kann sigast við vissu, er at SÍ fær gullið sum føroyameistari. Fýra lið hava síðstu vikurnar kappast um at fáa silvur og bronsu, og hóast talan hevur verið um nokk so fitt av dystum, hevur tað ikki eydnast nøkrum teirra at gera ein avgerandi vørr, sum tryggjaði teimum heiðursmerki.
Av teimum fýra liðunum er tað bara Mjølnir, ið ikki kann ávirka nakað sum helst, tí Mjølnir hevur spælt sínar 18 dystir og má bara standa sum áskoðari og hyggja at, hvussu hini spæla sínamillum ? hóast tað bara kann røkka til eina bronsu, tí í øllum førum onkur av hinum fer at yvirhála Mjølnir.
Dystirnir í hesum allarseinasta umfarinum í vetur eru tveir í tali, og báðir byrja klokkan 14. SÍ tekur í Sørvági ímóti grannunum úr Drátti, meðan Fleyr í Gundadalshøllini fær vitjan av ÍF. Samansetingarnar av úrslitunum í hesum báðum dystunum verða sostatt avgerandi fyri, hvørji tvey lið fáa silvur ella bronsu og hvørji tvey einki fáa.
Umframt, at stigini í dag hava sína avgerandi ávirkan á, hvussu endaliga stigatalvan fer at síggja út, kann eisini settmunurin spæla inn, tí hesi fýra liðini eru rættiliga jøvn. Mjølnir hevur 14 stig og málmunin +10, ÍF 14 og +9, Fleyr 13 og +9 og Dráttur 13 stig og +8 í settmuni. Endað lið jøvn í stigum, verður settmunurin avgerandi.