Silvuebrúdleyp

Mánadagin 12. mai 2003 hava Lív og Dánial á Dul Jacobsen silvurbrúdleyp

Tey eru bæði uppvaksin í miðbýnum í Havn.
Lív er dóttir Annu Sofíu og Andreas Jacobsen (í Køkubúðini), og Dánial er sonur Katrin á Dul og Arna Jacobsen. Av foreldrunum hjá teimum, verður tað bert Annufía, sum kemur at uppliva henda dag.
Lív og Dánial eiga børnini Arna og Ann Gvøðny. Ann Gvøðny er gift við Johannes Ólavsson, sum er úr Vestmanna.
Í heiminum hjá Lív og Dánial búgva eisini tríggjar fittar systrar. Tær eita Iris 8 ár, Sarah 6 ár og Anja 5 ár.
Lív er útbúgvin sum tannklinikassistentur, men hevur tey seinastu árini arbeitt sum dagrøktari, og Dánial arbeiðir á Føroya Sjómannsskúla.
Tey eru sera virkin í andaligum arbeiði, og eru fyristøðufólk í hvítusunnusamkomuni í Evangeliihúsinum í Havn.
Silvurbrúdleypsdagin 12. mai, verður opið hús í Heygskróki.
Dýrabiðidag 16. mai, verður silvurbrúdleypsveitsla og vælsignilsi.

Henda dagin ætla tey at halda soleiðis:
kl. 15.00 vælsignilsi í Evangeliihúsinum
- 16.30 veitsla fyri innbodnum børnum á Hotel Hafnia
- 19.00 veitsla hjá innbodnum á Hotel Føroyum

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og Harrans signing silvurbrúdleypsdagin og framyvir.

Systkini