Silvitni - eitt skapanarverk... ein íbygdur litfagur heimur

17.  19. august var Silvitni á palli í Mentanarhúsinum í Fuglafjørði. 24 ára gamla Kristina Joensen var leikstjóri. Eini 30 fólk vóru á ymiskan hátt uppi í leikinum. Vant varð hvønn dag í tvær vikur. Burtursæð frá tónleikabólkinum, var talan um leikfólk. Jan Rúni Poulsen úr Fuglafjørði fekk hinir í bólkinum Ben-Jammin við. Teir skaptu tónleik til leikin, eftir rytmun leikstjórin ynskti. Væl eydnaðist hjá teimum og aukustikkurin var í topp

SJÓNLEIKUR
Maud Næs

Fýra dansarar, seks sangarar leiktu hulduheimin, øll vinfólk og fyrrverandi floksfelagar hjá Kristinu Joensen. Koregrafurin Ruth Hansen hevur m. a. dansað hjá Nic Jay. 7. flokkur síðsta skúlaár í Fuglafirði, gjørdu íbygdu huldusteinarnir til pallin. Búnarnir átti Kristina frá hugskoti, til teir við gandamegi strálaðu á leikpallinum, sum glitrandi litríkar perlur, bornar av leikandi, førgrum, vælviljandi og evnaríkum ungdómi í Fuglafjørði. Aftan á sýningina var aktión av búnunum. Uml. 500 fólk sóu leikin.
Áskoðararnir vavdust inn í ein hulduheim við dansi, sangi, tónleik, sjónleik....og orð við sterkari skapanarmegi. Rúnarbundin, sótu børn sum vaksin, og tíðin fleyg avstað.

Byrjan
Á pallinum liggja litríkir kropnir mannakroppar í einum ævintýra landslagi ímyndandi hulduheimin. Tá trínur Kristina Joensen, leikstjóri, inn á pallin. Ein nútíðar huldugenta í nýsniðgivnum skeljakjóla, sum sniggevi og vina hennara, Eyðbjørg, hevur skapt til høvi. Hábarslig við náttúrligari greiðari rødd, sigur hon frá, hvussu huldutiltakið hevur sæð dagsins ljós. Kemur so við leiðbeining til tey umleið 40 børnini, ið spent troka seg fram á pallin. Salurin í Mentanarhúsinum í Fuglafjørði er fullsettur og børnini sita ytst úti á pallinum frammanfyri fremstu sessirnir. Tað er leygarkvøld og síðsta sýning.

Huldusøgur
Úr myrkrinum og inn í ljósið trínur ein vanligur kodasvartur føroyskur fjallmaður við fjalstavi. Vísir fram eitt róður av einum báti. Fortelur, eins og teir gomlu, tá teir fortaldu, teir tugdu orðini. Menn funnu ein tóman bát á Norðhavinum. Sleipaðu bátin at landi og drógu hann upp. Ongin kendist við bátin. Báturin hvarv og bara róðrið var eftir. Spennandi hevði verið, um huldufókini, tengd at sprekinum, komu hagar í kvøld...
Menn eru sjóvegis í handilsørindum. Komnir um Mjóanes fer bóndin Páll á land. Tá kemur ein ófatiliga, pen, smílandi genta móti honum og sigur: Páll kanst tú tæna mær eitt lítið bil. Sigur tú ja, skal tú fáa menskir synir. Sigur tú nei, eitt neyðardýr til son. Tann fyrri takkaði nei
Í næsta bátinum er Rasmus bóndi við. Hann fær sama fyrispurning frá fittu, snøggu gentuni. Rasmus svarar henni, at hann torir ikki um hini síggja. Huldugentan sigur: Eg geri so, at ongin sær. Rasmus svarar, so sigi eg ja.
Søgan endaði við, at Rasmus fekk 5 úrmælingar og Páll eitt neyðardýr.

Ásttikin
Frá at vera frásøgufólk, broytist leikluturin hjá Frits Johannesen. Nú kemur ein tølandi huldugenta, eitt fitt sníð úr klettinum og vil fortrølla hann. Frits er hugtikin av fitta sprundinum. Hon rættir honum kerald og bjóðar eina skál. Ásttikin í hesum sprundi ørminnist hann, at mann má blása roðan av. Og tað var tað, tí tað eydnaðist honum at halda aftur hesu ferð... So hoyrist við harðari rødd frá manninum, ið er við at manast inn í hulduheimin I love you baby og vænar huldugentur dansa inn á pallin og ganda við fingrum, rørslum og orðum framman fyri áskoðarunum. Dansihuldurnar eru so tættar áskoðarunum, at hár og klæðir flaksa kring børnini, ið sita á gólvinum pinnstív við rundum eygum og opnum munni.
Látur fyllir rúmið, tí hesum meldur av gomlum huldusøgum og nútíðar kærleiksflokslum er stuttligt og beinrakið.
Huldusøgurnar, ið Frits fortelur, sigur hann seg vita frá navngivnum persónum og eygnavitnum í Føroyum, serliga úr Fuglafjørði og Norðoyggjum. Sigrid hjá Jóan Paula visti í øllum førum at siga frá einar lítlari, fittari, blíðsnýddari huldukonu, ið búði í einum íbygdum steini. Sigrid hoyrdi hana ofta synga skjaldur fyri børnum sínum... Frits trívur í nøkur skjaldur. Tá tey tóku húsið niður, sóu tey íbýgda steinin og gróvu steinin niður. Tá fluttu huldufólkini undir Brandenburgertor í Berlin. Har eru huldufólk øðrvísi, lurta eftir rock... ja vóru enntá í Føroyum til G!.

Berlin
Huldudansigentur tyssja kring Frits, lokka hann til Berlin. Á kenda Branderburgertor kvøkka øll við, tí fram kvøðir Frits:

Náttin myrk yvir landi lá
fólkið tað mesta svav
veðrið var gott og mánin skein
sólin var gingin í kav...

...Ein kom smílandi har eg stóð
tyktist at vera so blíð
aldri sá eg vanari moy
hvørki í bygd ella bý

Meðan dansurin og tónleikurin leikar so fagurt, sær hann aftur huldugentuna, ið hann ástbant seg til undir Svartakletti, og fær eygnakontakt. Jú, tað er hon. Hann kennir aftur luktin av mosa og grasi, og luktar til klæðið, ið hann fekk frá henni í Føroyum.
Dansurin leikar so fagurliga. Í meðan hugleiðir Frits um, hvussu Tango sprettir sum ein ókúgulig lívsjáttan úr fátækradøminum í Buenos Aires í 1800 talinum. Harfrá til París í 1907. Tey bonaðu gólvini, taka hann til sín, men Pávin kveppir seg við og sigur, at hesin dansur skal ikki oyðileggja okkara samfelag.
Dansihuldugenturnar hava nú dansað ymiskir nútíðar dansir, og meðan orðið, tónleikurin, dansurin, sangurin og rørslurnar fylla rúmið, endar Frits saman við síni huldugentu í einum innarligum Tango, har tað kodamorreyða fjarðar, og tann glitrandi hulduheimur vevur hann inn í ein nýggjan skapanarheim.
...síðstu orðini ekkóa í rúminum...Jú Tango, kom eisini til Føroyar.
Gjøgnum tølandi lívsjáttandi tango og tiltikna síðsta dansin... dansaðu og funnu nógv pør í Fuglafjørði og kring Føroyar lívsrytmuna...