Silvaland til tey smæstu

Yngstu gestirnir á Summar Festivalinum eru vælkomnir í Silvaland, sum bjóðar undirhald, aktivitetir og kappingar, siga tey av Summarfestivalinum

Yngstu gestirnir á Summar Festivalinum eru vælkomnir í Silvaland, sum bjóðar undirhald, aktivitetir og kappingar, siga tey av Summarfestivalinum.

Eins og undanfarin ár ger Summar Festivalurin nógv burturúr undirhaldinum til tey smæstu festivalgestirnar.

Silvalandið heldur til í KÍ høllini og Badmintonhøllini og er ætlað børnum og familjunum.
 
Við tónleiki, framførslum, undirhaldi, sangi, skemti, djóragarði, hoppiborgum, teknikróki, teknikapping, matsølu og søgufrásagnum verður Silvalandi í ár einki aftan fyri undanfarin ár. Ein serligur krókur er gjørdur, har børnini kunnu tekna, umframt at ein festivalútgáva av søguni um Kópakonuna og Páll Fanga verða at hoyra.

Silvaland fær eisini forvitnisligar vitjanir – eitt nú av Basim og Silva.

Silvalandið letur upp hósdagin kl. 17.00, fríggjadagin kl. 15.00 og leygardagin kl. 13.00. Øll kvøldini letur Silvaland aftur kl. 21.00.

Skrá fyri tiltøkini í Silvalandi síggjast á heimasíðuni sf.fo.