Silvaland hevur verið á so at siga hvørjum Summarfestivali. Í ár er hann tó í nýggjum hami, tí áður hevur hann verið á Akursmørk, men nú er hann fluttur niðan í hallirnar báðar. Fyrimunurin við tí er fyrst og fremst, at børnini kunnu spæla og hugna sær har óansæð veður.
Nógv fólk hava vitjað Silvaland hesar dagar, festivalurin hevur verið. Meðan børnini spæla sær, hava foreldrini møguleikan at sita og hyggja at ella seta seg innar í cafe’ina.
Silvaland bjóðar eitt sindur av hvørjum. Til tey smæstu børnini er møguleiki at fara í eina av teimum smáu hoppuborgunum, meðan tey størru børnini kunnu brúka tær eitt sindur størri borgirnar. Haraftrat eru onnur tilboð so sum boksing við risastórum handskum.
KÍ høllin og badmintonhøllin eru báðar knýttar saman. Meðan flestu hoppiborgirnar eru í badmintonhøllini, so er ymiskt annað í KÍ høllini sum til dømis ein pallur. Í gjár framførdu eitt nú Kaptein Gardar og Trøllapætur.
Ikki er neyðugt at hava Summarfestival armband fyri at koma inn í hallirnar, so tað er møguleiki hjá øllum at fara ein túr í Silvaland – bæði hjá børnum og vaksnum.