Fyri stuttum var Siloa-kórið í Fuglafirði (mynd: Edna Jacobsen) á einari væleydnaðari konsert- og sangferð í Danmark.
Í kvøld klokkan 18 fer Siloa-kórið at framføra ein stóran part av reportoarinum, sum kórið hevði á skránni á Danmarkarferðini.
Talan er um yngri og eldri sálmar og sangir, umframt onkran sang hjá tí væl kenda norska gospelkórinum, Oslo Gospel Choir.
Kórleiðari hjá Siloa-kórinum er Eyðun á Lakjuni.










