Í kvøld kl. 20 fer sangkórið í Siloa at hava konsert í Fuglafirði. Konsertin verður í samkomuhúsinum, Siloa, ið fyri stuttum er tikið í nýtslu aftur eftir umfatandi nýgerð - ikki minst á tí tøkniliga økinum.
Í Siloakórinum eru einir 25-30 sangarar. Skráin á konsertini er rættiliga fjølbroytt við bæði yngri og eldri tilfari, og meginparturin er rútmiskir sangir. Tey, sum spæla undir, eru Jóhannes Simonsen, klaver, David Simonsen, bass, Elsa Sevdal, gittar, og Rógvi á Lakjuni, trummur.
Á konsertini fer nýstovnað barnakór í Siloa eisini at syngja nakrar sangir. Eydna Jacobsen skipar fyri saman við Eyðuni á Lakjuni, sum eisini stjórnar Siloakórinum.