Vikuskiftið kring pálmasunnudag fer sangkórið í Siloa í Fuglafirði at hava konsertir og at luttaka á møtum í Reykjavík og har á leið.
Fríggjakvøldið 7. apríl verður konsert í Langholtskirkjuni í Reykjavík.
Leygarkvøldið 8. apríl fer Siloa kórið at syngja í Hallgrimskirkjuni á Saurbæ, Hvalfjarðarströnd.
Fyrrapartin sunnudagin 9. apríl luttekur Siloa kórið á møtinum í Filadelfia í Reykjavík.
Seinnapartin sunnudagin klokkan 14 fer kórið at syngja á møtinum í samkomuni Akurinn í Kópavogi, og sunnukvøldið kl. 20 fer kórið at syngja í Lindarkirkjuni í Kópavogi.
Kórið verður aftur í Føroyum annan mánadag.
Kórleiðari hjá Siloa kórinum er Eyðun á Lakjuni.










