Tað er í heimasamkomuni, Siloa, tey vanliga bera gleðiboðskapin fram við sínum góða og hutakandi sangi. Men tey ferðast eisini bæði innan- og uttanlands, og hava nýliga verið í Aberdeen og sungið. Nú er so túrurin komin til Ebenezer í Havn.
Sangúrvalið er ein góð blanding av gomlum og kendum sangum, umframt nýggjari og meira rútmiskum sangum - við og uttan ljóðføri. Vit hoyra eisini nakrar framúr solorøddir eins og eina yndislig trio.
Siloakórið er mannað við sangarum ymsastaðni úr Eysturoynni. Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.