Tann 28. maj vitja Silly Boys í Klaksvíkar Klubba. Tað eru 30 ár síðani, at bólkurin seinast var at hoyra í Klaksvík. Teir, ið mannað bólkin eru: Torkil Johannessen, trummur, Jónsvein Poulsen, bass, Óli Johannessen, guitar, Magnus Jakobsen, guitar og Stanley Samuelsen, sang og guitar. Kvøldið byrjar kl 20 við vísusangi, har Stanley Samuelsen og aðrir luttaka. Dansurin byrjar uml. kl. 24:00. Tiltakið verður skipað sum gamlamannadansur og er aldursmarkið sett til 20 ár
Tiltakið er alment og øll eru vælkomin, siga tey í Klaksvíkar Klubba.










