Silkeborg vil hava Lars Olsen

Danskir miðlar skrivar í dag, at føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, er ávegis til Silkeborg, sum spælir í donsku Superliguni.

 

Núverandi venjarin hjá Silkeborg, Viggo Jensen, tók bara við fyribils og gevst í summar. Hann og Lars Olsen kennast væl og sum skilst, so hevur Viggo Jensen eisini røkt onkrar uppgávur fyri føroyska landsliðið, síðani Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjaril.

 

Midtjyllands Avis skrivar í dag, at Silkeborg vil hava Lars Olsen at taka yvir í summar. Lars Olsen sjálvur noktar at úttala seg til blaðið, men vísir bara á, at hann hevur sáttmála í Føroyum fram til í vetur.

 

Lars Olsen var til dystin í gjár millum Silkeborg og AaB, sum Silkeborg vann 3-2. Christian Lamhauge Holst kom inn í dystinum, meðan Hallur Hansson sat á bonkinum hjá AaB alla tíðina.

 

Lars Olsen hevur fyrr verið settur í samband við Brøndby IF.