Danska superligufelagið sigst leita eftir nýggjum málverja.
Ovast á ynskilistanum stendur Gunnar Nielsen.
Gunnar hevur seinastu trý árini verið sáttmálabundin í Manchester City, men tað hevur verið greitt í eina tíð, at sáttmáli hansara ikki verður longdur.
Seinastu tíðina hevur landsliðsmálverjin roynt at funnið sær nýtt felag, og sambært donsku heimasíðuni, bold.dk, so verður roknað við, at Gunnar spælir í onkrum norðanlandi eftir nýggjár.
Heimasíðan skrivar, at Gunnar í vikuni hevur verið í Silkeborg, men tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar frá umboðsmanninum hjá Gunnari ella frá felagnum.