Christian Holst hevur annars gjørt greitt at hann skiftir felag í summar, tá sáttmálin við Silkeborg gongur út.
Hin føroyski leikarin á liðnum hjá Silkeborg er Ari M. Jónsson. Ari M. Jónsson hevur verið nógv darvaður av skaða gjøgnum størsta partin av kappingarárinum, men mánakvøldið spældi Ari við eykaliðnum hjá Silkeborg, ið vann 4-1 á AC Horsens. Tað eydnaðist eisini Ari M. Jónsson at koma á máltalvuna.
Vejle spældi málleysan javnleik
Vejle Boldklub hevði føroyska landsliðsleikaran Viljormur Davidsen á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá teir á heimavølli spældu málleysan javnleik móti HB Køge.
Heimasíðan hjá Vejle gjørdi eina samrøðu við Viljormur aftaná dystin og tá segði hann soleiðis um dystin.
– Vit spæla ein forferduliga vánaligan fyrra hálvleik. Vit koma ikki inn í okkara fyrsta press, vit tapa tvídystirnar á vøllinum, meðan teir stýra dystinum akkurát sum teir vilja. Vit gera ov nógvar persónligar feilir og skulu prísgeva okkum lukkuligar, fyri at vit ikki vóru aftanfyri í hálvleikinum.
– Í seinna hálvleiki spæla vit væl. Tað er klassamunur á avrikinum hjá okkum í fyrsta hálvleiki og seinna hálvleiki. Vit kunnu vera nøgdir við avrikið í seinna hálvleiki, men avrikið í fyrra hálvleiki iðrar meg nógv.
Vejle Boldklub liggur á 7 plássið í næstbestu donsku deildini. Vejle var annars leingi við í oddastríðnum, men eftir at kappingin byrjaði aftaná jól, hevur tað ikki hilnast so væl sum eydnað fyri Vejle Boldklub.
Eingin føroyingur á vøllinum í bestu deildini
Tveir føroyskir leikarar eru við á liðunum, ið dystast um danska meistaraheitið í ár. Sonni Ragnar Nattestad er fastur partur av hópinum hjá FC Midtjylland, meðan Gilli Sørensen leikar fyri danska felagið AaB. Gilli Sørensen hevur tó verið óheldigur við einum skaða størsta partin av várinum og aftur í vikuskiftinum mátti hann sita uttanfyri við einum skaða í fótinum. Tað er ikki greitt hvussu drúgvur skaðin kann vera.
Sonni Ragnar Nattestad sat allar 90 minuttirnar á bonkinum, tá FC Midtjylland sunnudagin vann 3-1 á heimavølli móti FC Vestsjælland. Sigurin bar við sær, at FC Midtjylland nú aftur er á fremsta plássinum í bestu donsku deildini. FC Midtjylland eru javnir í stigum við AaB, men FC Midtjylland hevur ein betri málmun.
Sostatt er stórur spenningur um danska meistaraheitið, nú tað einans resta 3 umfør.
Í Skotlandi vann Motherwell á heimavølli 2-1 móti St. Johnstone. Gunnar Nielsen sat allar 90 minuttirnar á bonkinum hjá Motherwell, meðan kappingarneytin Lee Hollis vardi málið.
Motherwell er á 3 plássið í fremstu skotsku deildini. Teir eru eitt stig aftanfyri Aberdeen, ið liggur á øðrum plássið. Liðini í fremstu skotsku deildini mangla at leika 2 dystir hetta kappingarárið.