Talan var um dyst á útivølli, sum Silkeborg tapti 0-2. Føroyski landsliðsleikarin sat á beinkinum dystin á tamb, hóast hann hevði ein ógvuliga avgerandi leiklut, tá Silkeborg spældi seg víðari í steypakappingini.
Holst skoraði nevniliga helst skjótasta málið í donskum fótbólti nakrantíð, tá hann fekk bóltin í netið eftir bara 11 sekundum. Í steypakappingini føra tey ikki statitikk á sama hátt sum í landskappingini, men har er metið altso 16 sekund.
Seinni legði Holst upp til annað mál í dystinum móti B93, sum Silkeborg vann 5-0 og tryggjaði liði hansara víðari luttøku í steypakappingini. Men hetta ævintýrið er nú av á hesum sinni, nú Silkeborg tapti fyri Esbjerg í kvøld.