Silkeborg hevði í gjár heimadyst ímóti Kolding. Leingi sá út til, at Silkeborg skuldi fáa øll trý stigini, men sum mangan fyrr í hesum kappingarárinum, so glapp sigurin teimum úr hondum. Í 18. minutti stútaði Rajko Lekic ein bólt til Christian Lamhauge Holst, sum stóð blankafríur framman fyri málinum, og beindi hann í málið til 1-0. Rajko Lekic økti sjálvur til 2-0 eftir 70 minuttum spæl, og tá sá gott út hjá Silkeborg. Men í 79. minutti minkaði Lars Christian Nielsen um munin til 2-1, og tríggjar minuttir fyri leiklok javnaði Thomas Rathe fyri Kolding, og Silkeborg misti tvey stig úr hondum. Christian L. Holst varð skiftur út, tá ein tími varð spældur av dystinum.