Tað eydnaðist Christiani Lamhauge Holst og liðfeløgunum í Silkeborg at taka eitt stig við sær úr Aalborg, aftaná málleysan javnleik ígjár.
Føroyski landsliðsspælarin spældi allan dystin á tamb. Í 23. minutti fekk Christian L. Holst ein frírennara frá Jesper Bech, sum hegnisliga spældi føroyska landsliðsspælaran leysan. Christian tók tíverri ikki av stóra møguleikanum, og Karim Zaza í AaB-málinum fekk jústað bóltin út til hornaspark.
Tá 55 minuttir vóru farnir mundi tað eydnast Christiani og Jesper Bech at brodera seg gjøgnum AaB-verjuna, men teir vóru veittraðir offside.
Venjarin, Troels Bech var tá samanum kom væl nøgdur við at sleppa úr Aalborg við einum stigi. Silkeborg hevur tvey stig aftaná fýra umfør í bestu donsku fótbóltsdeildini. Næsti dystur hjá Silkeborg verður komandi sunnudag. Tá spælir Silkeborg á heimavølli ímóti AC Horsens.









