Silkeborg flytir niður

Stórfeløgini í Århus og Aalborg vunnu sunnudagin týdningarmikil stig og fingu harvið trygd fyri, at tey eisini næsta kappingarár fara at spæla í bestu deildini

SUPERLIGAN

Tað lætnaði sunnudagin orduliga hjá teimum í Århus og Aalborg. AGF og AaB hava leingi verið í vanda fyri at flyta niður, og tað hevur hingið sum myrkt skíggj omanfyri fótbóltshugaðu eftir donskum viðurskiftum stóru býirnar.
Sunnudagin var AGF í Ikast og spældi ímóti FCM, og AaB var í Farum. Í Ikast endaði tað 1?1, og í Farum vann AaB 3?1. Samstundis vann Viborg á útivølli í Silkeborg 3?2. Undan tveimum teimum síðstu umførunum er Silkeborg seks stig aftanfyri næstu liðini omanfyri niðurflytingarstrikuna. Harvið er heilt greitt, at Silkeborg fer at flyta niður saman við Køge, og at AaB, AGF og Viborg framhaldandi kunnu kalla seg fyri superligu feløg. Tað hevur leingi verið ivi um hesi heitini.
Eftir sigurin í Farum og harvið trygdina fyri framhaldandi tilveru í bestu deidini boðaði AaB venjarin, Poul Erik Andresen, frá, at hann ikki fer at halda fram í starvinum. Tískil verður tað neyðugt hjá AaB nú í summarsteðginum at finna nýggjan venjara. Í øllum hinum feløgunum í superliguni verður eftir øllum at døma talan um sama róðursmann eftir summarsteðgin, sum hevur havt ábyrgdina higartil í ár. Um okkurt óvæntað skifti verður í summarsteðginum fæst at síggja.
Silkeborg hevur verið partur av bestu deildini seinastu fimtan árini. Teir hava rættuliga verið við til at mynda superliguna. Silkeborg hevur vunnið DM, og teir hava vunnið silvur og bronsu. Fyri tveimum árum síðani vunnu teir steypafinaluna. Køge hevur bara verið eitt ár í bestu deildini.

Spenningur um málmin
Um tað verður Brøndby ella FCK, sum fer at standa við gullkrónunum næsta sunnudag er framvegis ógreitt. Brøndby er við 56 stigum eitt undan FCK. Harvið verður Brøndby meistari, um teir vinna innanhýsis uppgerðina ímóti FCK mikukvøldið, og tað verður ivaleyst eisini nóg mikið hjá Brøndby, um teir megna javnleik mikukvøldið.
Í 33. og síðsta umfarinum, sum verður spælt sunnudagin, fer FCK at hava vitjan av AGF, meðan Brøndby skal vitja júst niðurfluttta Silkeborg.
Brøndby er rættuliga í hopla. Tað vístu teir sunnudagin. 18.139 áskoðarar sóu teir gulu og bláu ? uttan Jón Róa Jacobsen á vøllinum ? spæla OB sundur og saman og vinna 4?0. OB hevði ongar serligar málmøguleikar, meðan Brøndby kundi havt skorað tvær og tríggjar ferðir afturat.
Tað er framvegis spenningur um bronsukrónurnar. Men nógv bendir á, at tað verður Esbjerg, sum fer at vinna tær. Fótbóltsfepurin í Esbjerg er hægri, enn hann hevur verið seinastu fjórðings øldina. Leygardagin vóru fleiri enn tíggju túsund og hugdu, tá ið FCK vitjaði. Undirhaldið var fínt, men tað komu eingi mál. Fyri Esbjerg var úrslitið ikki so galið. Esbjerg kappast við FCM og Farum um bronsukrónurnar. Farum tapti 3?1 á heimavølli ímóti AaB, og FCM megnaði ikki meiri enn 1?1 á heimavølli ímóti AGF.
Køge hevði vitjan av AB, sum vann 3?2. At Køge og Silkeborg eru flutt niður hevur við sær, at javnvágin í superliguni millum høvuðsstaðin og provinsina verður broytt eitt sindur til fyrimunar fyri høvuðsstaðin. Herfølge og Frem flyta upp. Herfølge er úr Køge kommunu stutt sunnanfyri Keypmannahavn, og Frem er úr Keypmannahavn.