Silkeborg er úti

Fótbóltur - Christian Lamhauge Holst slapp als ikki upp í part, tá Silkeborg í gjárkvøldið spældi steypadyst móti Esbjerg

Talan var um dyst á útivølli, sum Silkeborg tapti 0-2. Før­oyski landsliðsleikarin sat á beinkinum dystin á tamb, hóast hann hevði ein ógvuliga avgerandi leiklut, tá Silke­borg spældi seg víðari í steypa­kappingini.
Holst skoraði nevniliga helst skjótasta málið í donskum fót­bólti nakrantíð, tá hann fekk bóltin í netið eftir bara 11 sekundum. Í steypakappingini føra tey ikki statitikk á sama hátt sum í landskappingini, men har er metið altso 16 sekund.
Seinni legði Holst upp til annað mál í dystinum móti B93, sum Silkeborg vann 5-0 og tryggjaði liði hansara víðari luttøku í steypakappingini. Men hetta ævintýrið er nú av á hes­um sinni, nú Silkeborg tapti fyri Esbjerg í kvøld.