Silkeborg bjóðar høvuðsstaðnum av

Við sigrinum á Viborg mánakvøldið øktu teir um munin í toppinum til fýra stig

 

Superligan


Sunnukvøldið var Silkebrog fremst í superliguni ? eitt stig frammanfyri FCK. Mánakvøldið var munurin øktur til fýra stig. Silkeborg hevði vitjan av Viborg, sum noyddist til hús aftur við 2?0 tapi. Hetta var størsta tapið hjá teimum í Silkeborg síðani í 1970.

At tað var heimaliðið, sum fór við øllum, høvdu teir í Viborg alla orsøk at vera misnøgdir við, og teir í Silkeborg kundu fyrst og fremst takka málverjanum hjá sær, Peter Kjær, fyri, at einki mál fór ígjøgnum.

Viborg spældi væl og ágangandi allan 1. hálvleik, og teir høvdu fleiri møguleikar at gera mal. Tí var tað køld pøs av vatni at fáa hjá teimum, tá Godwin Attram úr Ghana fýra minuttir undan steðginum setti hol á.

Eftir hvíldina royndi Viborg at trýsta, meðan Silkeborg dúvaði upp á skjót mótálop, og miðskeiðis í 2. hálvleiki øktu teir. Brian Pedersen var málskjúttin. Tað serliga við vinstrabeinta vongspælaranum er, at hann hevur verið skaddur í umleið eitt túsund dagar. Eftir tvær skurðviðgerðir í knænum er hann í vár komin fyri seg aftur, og tað verður sagt ikki at vera minst honum fyri at takk, at tað hevur gingið so mikið væl hjá Silkeborg, at teir eru klárt oddalið í superliguni.

Saman við Brøndby og FCK kappast Silkeborg um DM. Sunnudagin verður spennandi dystur í Brøndby, sum fer at fáa vitjan av Silkeborg.