Hondbóltssambandið skrivar á Facebook, at annar av føroysku málverjunum er skiftur út undan ferðini hjá hondbóltslandsliðnum hjá kvinnum til Svøríkis.
HSF skrivar: - Ein útskifting er framd í kvinnulandsliðshópinum, sum ferðast til Uppsala í dag, har liðið skal møta Svøríki í morgin klokkan 17.30.
Rakul Wardum hevur fingið ein lítlan snudd og verður hon tískil ikki við í Svøríki. Hon verður tó møguliga við til heimadystin, sunnudagin móti Íslandi. Landsliðsvenjararnir hava í hennara stað úttikið Silju Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum. Silja er 19-ára gomul og hevur nógvar ungdómslandsdystir í skjáttuni, men er hetta hennara fyrsti A-landsdystur. Silja var ein av eyðsýndu leikarunum á U19-landsliðnum, sum stóð seg væl í EHF Championship í summar.
Føroyar møta Svøríki á útivølli í morgin klokkan 17.30, føroyska tíð og Íslandi á heimavølli, sunnudagin klokkan 15.00. Skrivar HSF.