Silja Strøm í Galerie Focus

Fríggjadagin 5. august klokkan 16 letur ein framsýning við verkum hjá Silju Strøm upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn

Silja Strøm er 24 ára gomul og útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon hevur fingið sera gott ummæli frá listaskúlanum í Glasgow og sagt verður, at Silja Strøm er verd at halda eyga við.

- Verkini eru prent, tekningar og málningar. Silja setur saman figurar t. d. fólk, dýr og ting frá filmi, bókum, bløðum og so framvegis og gevur tí eitt annað úttrykk – eina illusjón av einari forteljan og rørslu, siga tey úr Gallerie Focus.

Silja Strøm hevur eitt nú sýnt fram í Skotlandi, Eysturríki og ymsa staðni í Føroyum,

Framsýningin verður opin til 9. august, leygardagin klokkan 16 til 18, mánadagin og týsdagin klokkan 15 til 18