Silja Star hevði júst verið á Skipasmiðjuni í Havn, og leygarmorgunin skuldi báturin so siglast aftur til Vestmanna.
Sum skilst, so er skiparin tó sovnaður, og tí sigldi báturin við fullari ferð inn í Vestborg, sum lá við bryggju í Vestmanna.
Vestborg fekk ikki stóran skaða, skilst, men Silja - sum bara er knappan mánað gomul - fór illa av stoytinum.