Silja Star á Nólsoyarleiðini

Tað verður Silja Star, sum skal røkja siglingina á Nólsoyarleiðini frá hósdegnum.

Tað verðurt Silja Star, sum skal røkja siglingina á Nólsoyarleiðini frá hósdegnum.

 

- Vit hødu vónað, at Jósup kundi røkja farleiðina til Nólsoyar ta tíðina, Ternan røkir Skopunarleiðina, men tað gekk ikki, sigur Regin I. Jakobsen, virkandi Srtandferðslustjóri.

 

Teir hava samráðst við eigararnar av Jósup, og talan var um at seta annan bát inn í Mykinesleiðina.

 

- Men vit komu ikki á mál í samráðingunum. Talan var um at seta ein annan bát inn á Mykines leiðini, men tað skuldi verða við somu prísum sum Jósep, og tað kundu vit ikki ganga við til, sigur Regin I. Jacobsen.

 

Tað verður tískil Silja Star, sum kemur at søkja Nólsoyarleiðina frá hósdegnum, 8. mai.

 

- Tað liggur so eisini tað í tí, at Silja Star klárar at sigla tveir túrar ta tíð, tað tekur Ternuni at sigla ein túr, so eingin verður ov seinur til arbeiðis av teirri orsøk. So hóast Silja Star bert tekur 48 fólk, skuldi eingin vandi verið í tí, sigur Regin I. Jakobsen.

 

Silja Star byrjar sum nevnt á Nólsoyarleiðini hósdagin.