Tá ið tað restaðu 200 metrar í kappingini millum 5-mannaførini við gentum, bendi alt á, at tað fór at eydnast gentunum umborð á Fípuni Føgru at tryggja klaksvíkingum triðja sigurin í dag. Tá var Fípan eina bátslongd undan hinum bátunum, og áralagið var gott.
Á jóansøku vann Silja úr Fuglafirði fyri fyrstu ferð í ár, og tað eydnaðist aftur í dag teimum úr Fuglafirði at vinna. Talan var um rimmar endaspurt hjá ljósagrøna bátinum. Munurin minkaði og minkaði fram til Fípuna, og í síðsta takinum, áðrenn bátarnir fóru um málstrikuna, tók Silja Fípuna Føgru, sum annars stóð seg væl betur, enn talan hevur verið um seinastu ferðirnar. Fípan Fagra vann á norðoyastevnu, men datt aftur á fimta pláss á eystanstevnu og fjórða pláss á jóansøku.
At Silja vann aftur í dag, og at Fípan Fagra varð næstfremst ber við sær, at tað er stórur spenn ingur í FM kappingini. Drekin, sum í dag endaði á bronsuplássinum, er fremstur, og tað er eitt stig aftur til Silju og trý stig aftur til Fípuna Føgru. Jallurin, sum endaði á fjórða plássi í dag, er nummar fýra í FM kappingini.
| 1 | Silja | 05:22.13 | ||
| 2 | Fípan Fagra | 05:22.19 | ||
| 3 | Drekin | 05:24.08 | ||
| 4 | Jallurin | 05:25.03 | ||
| 5 | Spógvin | 05:27.23 | ||
| 6 | Blikur | 05:27.23 | ||
| 7 | Ørnin | 05:34.03 |
| 1 | Drekin | 30 | ||
| 2 | Silja | 29 | ||
| 3 | Fípan Fagra | 27 | ||
| 4 | Jallurin | 23 | ||
| 5 | Blikur | 13 | ||
| 6 | Spógvin | 10 | ||
| 7 | Ørnin | 5 | ||
| 8 | Sílið | 4 |









