Tað var leingi skiftandi og spennandi, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust á vestanstevnu í Miðvági, har líkindini at rógva eru stak góð.
Drekin og Fípan Fagra, sum hava vunnið róðrar fyrr í summar, kappaðust eina løtu um fremsta plássið. Hesir báðir bátarnir lógu hvør sínu megin Silju úr Fuglafirði, sum vann bæði á jóansøku og fjarðastevnu.
Silja var ikki millum fremstu bátarnar fyrrapartin av túsund metra teininum. So leið betri eftir hjá Silju, enn tað gjørdi hjá kappingarneytunum. Fyrst varð Fípan Fagra løgd afturum, og eftir at tað eina løtu stóð stavn um stavn við Drekan, gleið Silja sannførandi framum. Á málinum var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar tað mesta av einari bátslongd.
Úrslitið í dag ber við sær, at tað í FM kappingini er púra javnt millum Silju og Drekan, sum harvið á ólavsøku fara í innanhýsis kapping at gera av, hvør av hesum báðum bátunum skal vinna FM.
5 mannafør gentur | ||||
1 | Silja | 04:58.22 | ||
2 | Drekin | 05:00.06 | ||
3 | Blikur | 05:04.05 | ||
4 | Jallurin | 05:07.09 | ||
5 | Sílið | 05:08.15 | ||
6 | Spógvin | 05:09.00 | ||
7 | Fípan Fagra | 05:11.14 | ||
8 | Ørnin | 05:11.17 | ||
9 | Tambar | 11:11.11 |