Silja røkir Mykines

Ferðamannabáturin Silja úr Vestmanna røkir í løtuni Mykinesrutuna fyri Súluna. Súlan fer tó nakað skjótt aftur í sigling

 

Strandferðsla

Strandfaraskipið Súlan verður nakað skjótt aftur at síggja á Mykinesrutuni. Hon hevur verið á sleipistøð, og í meðan hevur Silja røkt siglingina.

Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at avtalað er við Palla Lamhauge í Vestmanna, sum eigur Silju, at hann fyribils skal røkja rutusiglingina út í Mykines. Men tað verður ikki við Silju alt summarið í hvussu er, sigur Poul Jákup Thomsen.

Umleið 10. juni ella so fer Silja aftur at sigla undir Vestmannabjørgini burturav, meðan Súlan fer í sína gomlu rutu út í Mykines. Men møguleiki er fyri, at Silja kemur aftur á Mykinesfjørð, tá ferðafólkastreymurin undir Vestmannabjørgunum fer at linka aftur, væntar Poul Jákup Thomsen.

Hann dylur ikki fyri, at tað dámar honum ikki so illa heldur, tí Silja gongur skjótari og gevur soleiðis betri tænastu á rutuni, enn Súlan.

Tað verður kortini Palli Lamhauge, sum fer at røkja siglingina við Súluni í summar, væntar Poul Jákup Thomsen. Eingin endalig avtala er gjørd í skrivandi løtu, men nógv bendir á, at hon verður klár nakað skjótt.

Tað er ikki soleiðis, at siglingin er útboðin alment enn, sigur fólkaflutningsleiðarin á Strandfaraskipum Landsins. Men hann sigur tó, at tað verður hon helst nakað skjótt. Arbeitt verður við málinum um útbjóðing, og Mykinesrutan er ein ruta, sum Strandfaraskip Landsisin hava loyvi at bjóða út. Ein onnur ruta, sum helst eisini verður útboðin nakað skjótt, er Skálafjarðarrutan.

? Tað eru tær báðar ruturnar, sum Strandfaraskip Landsins í løtuni hava loyvi at bjóða út, sigur Poul Jákup Thomsen.

Um Mykinesrutuna sigur Poul Jákup Thomsen, at siglt verður bara í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 1. oktober. Um veturin røkir tyrlan alt samband við Mykines.

Millum annað tí er tað eitt sindur trupult at fáa fólk til Súluna. Menninir skulu aðrastaðni at sigla um veturin, og eru tí ikki altíð líka glaðir fyri at koma vestur aftur. Og Strandfaraskip Landsins leggja dent á, a t tað er staðkent fólk, sum siglir á rutuni, tí farvatnið er ikki tað besta, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins.