Sílið meistari á ólavsøku

5-mannafør dreingir: Havnardreingir svumu í endaspurtinum frá Frúnni úr Miðvági

Tað var lagt upp til finaluróður um FM millum dreingjamanningarnar á ólavsøku, og talan varð um sanna finalu.

Eina góða løtu vóru tað Tjaldrið, sum undan róðrinum hevði vunnið bronsukrónurnar, og Sílið og Frúgvin, sum kappaðust. Tjaldrið dragnaði, tá ið hálvur teinurin var farin, og so stóð kappingin millum Frúnna, sum undan ólavsøkuni var eitt stig undan næsta bátinum, og Sílið.

Sílið stakk drekastevnið framum Frúnna, men miðvágsdreingir vildu ikki sleppa. Teir løgdu framat aftur í kappingini, og eina løtu stóð tað á jøvnum. Í sjálvum endaspurtinum vóru teir á Sílinum drúgvari, og fram ímóti málinum svam Sílið tað mesta av einari bátslongd undan Frúnni.

5 mannafør dreingir

1

Sílið

04:53.20

 

 

2

Frúgvin

04:55.14

 

 

3

Tjaldrið

04:58.04

 

 

4

Kollur

05:07.20

 

 

5

Beinta

05:16.08

 

 

6

Blikur

05:19.20

 

 

7

Ternan

05:23.02

 

 

1

Sílið

44

 

2

Frúgvin

44

 

 

3

Tjaldrið

38

 

4

Beinta

24

 

 

5

Kollur

22

 

 

6

Ternan

12

 

7

Blikur

9

 

 

8

Hulda

2